Tað hevur fingið navnið "The Minneapolis Miracle" . Tað var dramtikkur í playoff-umfarinum seinasta vikuskifti, og serliga, tá Vikings og Saints hittust (Mynd: EPA)

Luttakarnir til Super Bowl skulu finnast í kvøld

Agnar Frederiksen

21.01.2018 - 17:56

Ítróttur > Ítróttur > Amerikanskur fótbóltur

Championship Sunday. Soleiðis verður dagurin nevndur í USA. Tað er nú, at liðini, sum skulu spæla í Super Bowl, skulu finnast. Hesir Championship-dystirnir eru sum hálvfinalur, har Super Bowl so er finalan.

Í nátt føroyska tíð verður greitt, hvørji lið skulu dystast um Lombardi-steypið í Minneapolis um tvær vikur. Tað eru New England Patriots og Jacksonville Jaguars, ið skulu dystast um at vinna AFC-deildina. Og í NFC-finaluni tekur Philadelphia Eagles ímóti Minnesota Vikings.

Jacksonville hevur eitt ivasamt álop við Blake Bortles á odda. Hann er sera svingandi í sínum avrikum. Men samstundis hava Jaguars eina av bestu verjunum í NFL-søguni. Í seinastu viku var liðið tó iblandað i einum dysti við sera nógvum stigum. Pittsburgh Steelers skoraði 42 stig, men Jaguars fekk heili 45 stig í Pittsburgh, og vann heldur yvirraskandi. Patriots verjir Super Bowl-heiti, og liðið vann tryggan sigur á heimavølli ímóti Titans seinasta vikuskifti.

Tað hevur verið eitt sindur av rumbli viðvíkjandi Patriots seinastu tíðina, men 40-ára gamli Tom Brady hevur havt enn eitt stórt kappingarár, og spælir nú í sinum 7. AFC Championship á rað. Brady hevur ikki vant nakað serligt í vikuni vegna ein skaða í hondini, men tað er greitt, at hann spælir í kvøld. Patriots er stórfavorittur at vinna dystin. 


Í Philadelphia hittast tvey lið, við eykaleikarum sum quarterbacks. Case Keenum hevur verið framúrskarandi fyri Vikings, síðani hann traðkaði inn tíðliga í kappingarárinum vegna skaðar. Fyri einari viku síðani kastaði hann avgerandi touchdownið til Stefon Diggs í dramatiska sigrinum á New Orleans Saints. Harvið er dreymurin hjá Vikings, um at náa fyrstu Super Bowl síðani 1974, á lívið. Super Bowl verður í ár leikt í Minneapolis; á heimavøllinum hjá Vikings

Eagles misti quarterbackin Carson Wentz í desember. Wentz hevur verið ein av bestu leikarunum í NFL í ár. Síðani hann fekk krossbandsskaða i dysti í Los Angeles, hevur Nick Foles leitt álopið. Seinasta leygardag var tað sterka verjan hjá Eagles, ið helt Alanta Falcons til bert 10 stig í Philadelphia. Super Bowl finalistarnir frá í fjør vórðu sendir heim, og nú er eitt brak fyri framman millum tvær sera góðar verjur og tveir backup-quartrtbacks.

Tað er hugvekjandi, at Tom Brady hevur vunnið fimm Super Bowl-sigrar, meðan Bortles, Keenum og Foles bert hava vunnið 4 sigrar í playoffs - tilsamans. 

Lagt er upp til eitt spennandi kvøld, har 4 lið fara at leggja alt fyri at koma til stóra dystin, ið verður leiktur 4. februar.

Skráin er hendan(føroyska tíð):

Kl.20.00: New England Patriots - Jacksonville Jaguars(TV 3 +)
Kl.23.40: Philadelphia Eagles - Minnesota Vikings(TV3 +)

*Rættað og uppdatera 21/1 kl. 19.32



beint nú