(Mynd: EPA)

Super Bowl: Stóra finalan í amerikanskum fótbólti í kvøld

Sverri Egholm

07.02.2016 - 15:38

Ítróttur >

Í kvøld klokkan 23:30 føroyska tíð bresta Caroline Panthers og Denver Broncos saman í stóru finaluni í amerikanskum fótbólti, sokallaða Super Bowl.

Talan er um eina finalu við ovurstórum áhuga og við sera nógvum undirhaldi. Fleiri enn 114 milliónir amerikanarar hugdu eftir Super Bowl í fjør og tað verður væntað at 117 milliónir fara at fylgja við í ár.

Hálvleikurin er karmur um sera nógv undirhald. Umframt nógvar serligar lýsingar eru eisini tónleika framførslur. Í ár kemur vælumtókti bólkurin Colplay at framføra umframt at Beyoncé og Bruna Mars eisini framføra.

Dysturin verður leiktur á Levi’s Stadium í California har umleið 68.000 fólk fara at fylgja við.

Super Bowl verður altso í kvøld og sendingin á TV3+ byrjar klokkan 21 føroyska tíð. Sjálv finalan byrjar klokkan 23:30.