Mynd: EPA.

Super Bowl XLIX: New England Partriots sigraði í jøvnum dysti

Hallur av Rana

02.02.2015 - 13:12

Ítróttur > Ítróttur > Annað

Í nátt møttust amerikansku fótbóltsliðini New England Patriots og Seattle Seahawks í ársins Super Bowl. Super Bowl, ið er finalan í amerikonskum fótbólti, varð leikt í býnum Glendale í statinum Arizona.

Sum vanligt varð nógv gjørt burturúr, og tað er ikki ókent, at dysturin hevur lyndið til at drukna í undirhaldi og lýsingum. Men hesaferð var spenningurin í hásæti, og dysturin sjálvur verður seint gloymdur.

Tá avtornaði, var tað New England Patritos og teirra quarterbakkur, Tom Brady, ið søgubøkurnar fara at minnast sum vinnarar av Superbowl XLIX.

Talan kundi tó lættliga verði um ein annan vinnara, tí tá einans tríggir minuttir restaði í dystinum, lógu Seattle Seahawks frammanfyri 24-21. Men tá tveir minuttir vóru eftir, skoraði Julian Edelman ein touchdown, til endaligu støðuna 28-24.

Harvið vann legendariski quarterbakkurin Tom Brady sítt fjórða Lombardi steyp og er harvið javnur við tann, ið hevur vunnið flest steyp. Tað eru tíggju ár síðani, at Tom Brady vann sítt fyrsta Lombardi steyp. 

Dysturin fekk tó ein heldur keðiligan enda, tá liðini bæði endaðu í einum bardaga aftaná dystin, men hetta fekk tó ikki steðga fagnaðinum hjá New England Patriots og Tom Brady.