Superbowl: Prince sang við Timberlake í hálvleikinum

Ingi Samuelsen

05.02.2018 - 08:07

Mentan > Mentan > Konsertir

Tað var Justin Timberlake, sum stóð fyri stórsligna undirhaldinum í hálvleikinum í Super Bowl finaluni í Minneapolis í gjárkvøldið.

Showið varar í 14 minuttir, og pláss varð eisini gjørt til kenda Minneapolisbúgvan, sangaran Prince, sum doyði í apríl 2016.

Prince kom fram á einum ovurstórum skíggja, og harvið fekk Justin Timberlake høvi at syngja duettina ”I Would Die 4 U” saman við Prince samstundis sum eyðkenda eyðkennismerkið hjá Prince varð víst á leikvøllinum.

Timberlake sang annars eina røð av sínum kendastu sangum, harímillum nýggjasta staklagið ”Filthy”, ið kom út fyri stuttum. Harumframt vóru "Rock Your Body", "SexyBack", "My Love", "Suit and Tie", "Until the End of Time", "Mirrors" og "Can't Stop the Feeling" á skránni.

Showið byrjaði handan leiktjøldini áðrenn Timberlake kom út á pallin á stóra leikvøllinum, har ein stórur hópur av dansarum, tónleikum og eitt ovurstórt hornorkestur vóru við.

Hetta var triðja ferðin, at Timberlake var við í hálvleiksundirhaldinum til Super Bowl. Fyrstu ferð var í 2001 sum partur av *NSYNC, aðru ferð var í 2004 saman við Janer Jackson í nógv umrøddu ”breastflash” hendingini. Prince náddi at vera við í Super Bowl á einum sinni. Tað var í 2007 tá hann millum annað framførdi stóra klassikaran ”Purple Rain” í oysandi regni.

Sí eisini: Myndir: Patriots – Eagles (33-41)