Suverenur gullvinnari og flott liðbronsa

Ingi Samuelsen

28.06.2015 - 19:45

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Torkil Veyhe var suverenur, tá hann vann fyrsta gullið til Føroyar í tíðarkoyringini á súkklu fyrrapartin. Hann súkklaði teinin á 35,41 kilometrar í tíðini 47 minuttir og 56,9 sekund.

Tað var næstan 30 sekund skjótari enn nummar tvey, Edward Perry av Manoy. Nummar trý var eisini ein manoyingur Nathan Draper.

Dávur Magnussen var næstbesti føroyingur. Tíðin 51 minuttir og 54,6 sekund røkk til eitt 18. pláss, meðan Jóanes Albert Nielsen gjørdist nummar 21 við tíðini 52 minuttir og 47,3 sekund.

Men tíðirnar hjá teimum trimum røkk til eitt bronsupláss í liðkappingini, so føroysk súkkling fekk tvey heiðursmerki á fyrsta kappingardegi.

Manoy fekk gull í liðkappingini og Guernsey silvur.