Svala vann íslendsku Grand Prix-kappingina



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

12.03.2017 - 09:50

Mentan > Ísland

Við lagnum "Paper" vann Svala Björginsdóttir íslendsku Grand Prix-kappingina, "Söngvakeppin", sum var í gjárkvøldið. Hon skal tí umboða Ísland í Eurovision sangkappingini í Ukreina í mai.

Eftir at atkvøðurnar vóru taldar, var lagið hjá Svalu Björginsdóttir og lagið hjá Daða Frey Péturssyni, "Is This Love" fremst. Tey bæði møttust síðani í duel-kapping, har sangurin hjá Svalu Björingsdóttir vann.