Svartar vísur – og nakrar hvítar

Tíðindaskriv

09.08.2017 - 13:25

Mentan > List > Myndlist

Í samband við Summarfestivalin, verður framsýningin ”Svartar vísur – og nakrar hvítar”, hjá listamanninum Anker Eli Petersen, sýnd í Spaniastovu í Klaksvík.

Framsýningin letur upp í morgin, og er opin fram til 30. august.

Anker Eli hevur seinastu árini tikist við at umseta vísur hjá svenska vísuyrkjaranum Dan Andersson (1888 – 1920). Á framsýningini verða nakrar illustratiónir úr yrkingasøvnunum ”Kolvaktarens Visor” frá 1915 og ”Svarta Ballader” frá 1917.

Tá Anker Eli var farin undir at gera framsýningina, fekk hann til uppgávu at prýða húsan til nýggju fløguna ”Dagur legst at degi” hjá Eyðuni Nolsøe. Hann avgjørdi tí at leggja tingini saman og gera eina lítla framsýning við illustratiónum av yrkingunum hjá Eyðun Nolsøe og Dan Andersson.

Hóast 100 ár á muni, passar dapri dámurin í Dan Andersson vísunum, væl sum kontrast til okkara meira lættlynta Eyðun Nolsøe. Báðir yrkjararnir ferðast víða í evnisvali – og hava báðir eitt, ikki heilt einfalt, forhold til kvinnurnar og kærleikan. Tveir poetiskir vallarar í hvør sínum heimi og við einari øld ímillum sín, men ávís ting eru sum kunnugt alment galdandi til allar tíðir.

Signhild Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini, setur framsýningina. Kim Hansen, Kaj Johannesen og Eyðun Nolsøe framføra nakrar vísur av Dan Andersson, og nøkur av løgunum frá nýggju fløguni hjá Eyðuni.