Svein í Prestgarði á Seniorfestivalinum

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

02.06.2017 - 11:35

Tíðindi > Mentan > Konsertir

Í morgin, 3. juni, klokkan 15 setur Tórbjørn Jacobsen Seniorfestivalin.
Fyrireikararnir hava í tíðindaskrivi júst kunngjørt síðsta navnið, ið verður á festivalinum. Tað er Svein í Prestgarði, sum fer at syngja og spæla.

Fyrireikararnir eru sera fegnir yvir undirtøkuna, sum festivalurin hevur fingið og gleða seg til hendan festivalin, sum tann einasti av sínum slag er ætlaður seniorum – teim tilkomnu, siga teir.

Tónleikaranøvnini tala fyri seg, og er eingin ivi um, at hetta verður eitt hugnaligt og stórsligið upplivilsi, ið áhoyrararnir fáa – í sera góðum umstøðum á røktarheimsøkinum og á Eysturoyar Ellis-og Røktarheimi – eisini hjá teim, ið brúka koyristól.

Hinir luttakararnir eru: Tónlist - Magni Christiansen – Vestmenn – Hans Jacob Hjelm – Døgg Nónsgjógv - Signar í Homrum – Rannvá Vesturklett - Hallur Joensen - Skálafjarðar sløkkilið, Ragnar Sundstein, Hanna og Terji .

Í tíðindaskrivinum skriva fyrireikararinr, at MC hevur forfall.

- Tað tekniska er í góðum hondum og verður tað AVlux, sum borgar fyri tí.

Frásøgumaður verður Bill Justinusen, sum helst fer at seta skemtiligan dám á tiltakið.