Mynd: DR

Svenska løgreglan váttar: - 39 ára gamal av uzbekiskum uppruna undir illgruna

Jens Hákun Leo

08.04.2017 - 13:10

Tíðindi > Uttanlands - Norðurlond

Svenska ríkisløgreglan, ákærumyndugleikin og Säpo, svenska trygdarløgreglan, hava á einum tíðindafundi í dag almannkunngjørt og váttað tíðindini, sum svenskir miðlar longu hava borið um, at maðurin, sum er undir illgruna fyri at hava framt yvirgangsálopið í Stokkhólmi í gjár, er av uzbekiskum uppruna.

Maðurin er 39 ára gamal, og er hann ein gamal kenningur hjá svensku fregnartænastuni.

Ákærumyndugleikin kann ikki vátta, at maðurin skal hava havt nakað tilknýti til IS, hetta eftir at hann á Facebook annars hevur deilt propagandafilmar hjá IS, umframt at hann eisini hevur ”dámt” eina mynd av særdum fólki, sum varð tikin stutt eftir spreingingina við Boston Maraton í 2013.

- Vit hava ikki kunnað vátta, at hann hevur havt nakað tilknýti til víðgongd umhvørvi, sigur ákærumyndugleikin um hann í hesum sambandi.