Svenska løgreglan vil hava fatur í hesum manninum

Jens Hákun Leo

07.04.2017 - 16:46

Tíðindi > Uttanlands - Norðurlond

Svenska løgreglan eftirlýsir nú einum manni, sum var í einum gráum jakka og hettutroyggju, og sum var á gerningsstaðnum undir álopinum í Stockholm fyrr í dag, tá ið ein lastbilur koyrdi ígjøgnum eina mannamúgvu og drap í minsta lagi trý fólk.

Hetta gjørdu umboð hjá svensku løgregluni greitt á einum tíðindafundi seinnapartin í dag, har ið myndir eisini vórðu vístar av manninum. Komið varð tó ikki inná, hví løgreglan vil hava fatur í hesum manninum, og er tað enn óvist, hvørt maðurin er gerningsmaðurin ella eitt eventuelt eygnavitni.

Tað er, sambært svensku løgregluni, óvist, hvat er hent við tí persóninum, sum rendi inn í eina handilsmiðstøð í Stockholm fyrr í dag.

Á tíðindafundinum seinnapartin í dag kom í aðrar mátar fram, at trygdarstøðið í øllum Svøríki er á hægsta stigi. Fleiri løgreglufólk enn vanligt eru á gøtunum, og er hert eftirlit við týdningarmiklum støðum.

Miðbýurin í Stockholm er latin aftur, og eingi tok ella bussar koyra í býnum í dag.