Mynd: EPA

Svenska løgreglan: - Vit fara at venda hvørjum steini

Jens Hákun Leo

07.04.2017 - 16:02

Tíðindi > Uttanlands - Norðurlond

Á tíðindafundi, sum svenska løgreglan helt fyri løtu síðan í kjalarvørrinum av ógvusligu hendingini í miðbýnum í Stockholm seinrapartin í dag, har ein lastbilur fór koyrandi inn í eina mannamúgvu og drap í minsta lagi trý fólk og særdi átta onnur, kom fram, at løgreglan hevur verið í sambandi við mannin, sum vanliga koyrir lastbilin. 

Hon hevur tó ikki verið í sambandi við tann persónin (ella persónarnar), sum at enda rendi lastbilin inn í eina handilsmiðstøð í miðbýnum í Stockholm.

Eitt umboð fyri svensku løgregluna vísti í hesum sambandi eina mynd av einum manni, sum hon fegin vil hava hendur á. Maðurin er tó ikki neyðturviliga gerningsmaðurin.

- Vit royna at gera alt fyri at fáa greiði á, hvat er hent. Vit fara at venda hvørjum steini. Vit brúka alla okkara orku til hetta høvið, og vit eru fyrireikað. So seint sum í farnu viku høvdu vit eina venjing til eina slíka eventuella støðu, segði umboðið fyri svensku løgregluna í hesum sambandi.

Løgreglan ynskti ikki at upplýsa, hvussu nógv eru ávikavist deyð og særd eftir hendingina seinrapartin í dag. Tað letur hon upp til heilsuverkið at taka sær av.

Grein uppdaterað: 17.52 - 07.04.2017