Mynd: Karstensens Skibsværft

Sviar byggja systurskip í Skagen



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

01.07.2017 - 17:54

> Tíðindi > Danmark

Fyri tíð síðan varð sáttmáli undirskrivaður um bygging av teimum nýggjum uppsjóvarskipum til Svøríkis. 

Talan er um uppsjóvarskipini Tor On og Torland, sum skulu skiftast út. Skipini eru bygd í 2000.

Nýggju skipini verða 49,95 metrar til longdar og 13,20 metrar breið. Hetta er ein munur á góðar 5 metrar í longd og ein metur í breidd á núverandi skipunum.

Skrokkarnir til nýggju skipini skulu gerast í Póllandi, og seinni verða skipini sleipað til Skagen í mars mánað 2019, har tey skulu gerast liðug.

Nýggju skipini skulu eftir ætlan latast eigarunum í oktober 2019. Tað er felagið Rorønland Fisker AB, sum eigur skipini.