Svenski Avicii deyður 28 ára gamal



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

20.04.2018 - 19:23

Mentan >

Kendi svenski tónleikarin Avicii, sum stendur aftanfyri løgini “Wake Me Up”, “Hey Brother” og “Levels” er deyður. Hann gjørdist 28 ára gamal.

Tað skriva fleiri útlendskir miðlar og millum annað svenska Dagens Nyheter.

- Tað er við stórari sorg, at vit boða frá, at Tim Bergling, kendur undir navninum Avicii, er deyður. Hann var staddur í Muscat, Oman, og er funnin deyður fríggjadagin seinnapart lokala tíð, skrivar miðlafólkið hjá Avicii, og sigur víðari, at fleiri viðmerkingar verða ikki gjørdar.

Avicii hevur verið ein av kendastu DJ í heiminum í fleiri ár, men í 2016 valdi hann at gevast orsaka av heilsuni. Í fleiri ár hevur hann havt trupuleikar við kroniskum bruna í brisinum. Hetta er orsaka av ov stórari nýtslu av rúsdrekka, skrivar amerikanski miðil Variety.

Kelda: Tv2.dk