Mynd: EPA

Svenski forsætisráðharrin: Marknaeftirlitið styrkjast

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

07.04.2017 - 20:10

Tíðindi > Uttanlands - Norðurlond

Á tíðindafundi fyri løtu síðani segði svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, at eftir álopið í Stockholmi í dag verður marknaeftirlitið styrkt. Marknaeftirlitið verður galdandi í tíggju dagar, og kann leingjast til 20 dagar.

Svenski forsætisráðharrin hevði ein stuttan tíðindafund á enskum. Hann segði millum annað, at Svøríki hevur verið úti fyri einum ræðuligum álopi í hjartanum á høvuðsstaðnum.
- Vit vita, at fýra fólk eru deyð, nógv eru særd, og alt landið er savnað í sorg, øði og støðufesti.
- Boðskapurin er greiður: Tit kunnu ikki hótta okkum. Tit kunnu ikki stýra okkara lívum, og tit fara ongantíð at vinna.
Eftir álopið verður ferðslan stýrd, og tí sleppa øll ikki úr býnum. Nógv fólk hava tikið fremmand fólk inn til sín.
- Fólk í Stockholmi hava latið hurðarnar upp fyri fremmandum. Tit eru stoltleikin hjá Svøríki. Ansið væl eftir hvørjum øðrum, og saman ansa vit væl eftir Svøríki.

Hetta segði Stefan Löfven, forsætisráðharri á tíðindafundinum fyri løtu síðani