Sviar vísa føroyskum sjóvinnudepli ans


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

20.08.2017 - 15:58

Oljan >

Bert fáar dagar eftir at føroyska stjórnin almannakunngjørdi sínar ætlanir um at gera Føroyar til ein sjóvinnudepil – maritiman hub – úti í Norðuratlantshavi, koma góð nýggj tíðindi til føroysku altjóða skipaskránna, FAS. Svenska reiðaríið BTØ, sum rekur virksemi við sleipibátum í Oyrasundsøkinum, hevur gjørt av at flyta sínar fýra sleipibátar frá svenskum til føroyskt flagg. Útflaggingin fer fram seinast í hesum mánaðinum. Hetta skrivar ”Maritimedanmark.dk á síni heimasíðu.

”Vit hava í veruleikanum ikki nakað ynski um at flagga út,” sigur Bill Søderberg, stjóri við svenska miðilin Sjømannen. Men nú hava vit so fingið noktandi svar uppá at kunna fáa statsstuðul so mikið nógva staðni, so er  nokk nokk. Orsøkin er eitt ES direktiv, har tað stendur, at vit ikki kunnu móttaka stuðul, tí vit vit ikki eru í altjóða kapping – hvat er púra skeivt. Tað er sera spell, at man ikki kann vera meira fleksibul,” sigur Bill Søderberg.

Teir fýra bátarnir, sum koma undir føroyskt flagg, eru Kullen, Dunker, Sund og Ven. Søderberg sigur annars, at reiðaríið hevur ikki ætlanir um at skifta út manningina, tvøturímóti hava tey heitt á manningarnar um at vera verandi umborð og halda fram í nýggja føroyska dótturfelagnum.

Føroyar fara framyvir at marknaðarføra seg sum ein tænastudepil fyri øll sløg av skipum, men við serligum atliti til offshoreskip. ”Vit hava eina unika ekspertisu innan allar greinar av sjóflutningi og shipping,” sigur Tommy Petersen, ráðgevi hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum til netmiðilin Sysla Maritime.

Føroyar hava gjørt íløgur fyri milliardir í betran av infrastrukturinum í oyggjunum, so fleiri av havnunum í dag kunnu bjóða fram vørur og tænastur til útlendsk skip.

”Haraftrat kemur, at vit hava hava ein góðan infrastruktur á europeiskum støði, bæði alment og privat, eins og støðugt samband til og úr Føroyum,” sigur Tommy Petersen.