Svenski dansibandsbólkurin, Fernandoz (Mynd: Dansibandsfestivalurin)

Svensku Fernandoz á Dansibandsfestivalin í Vági

Niels Petersen

13.12.2016 - 20:25

Mentan > Suðuroy

Kendi svenski dansibands- og countrybólkurin Fernandoz verður millum høvuðsnøvnini á Dansibandsfestivalinum í Vági, sum verður í døgunum 05. og 06. mai 2017. Hetta kunngerð festivalurin á vanga sínum á Facebook.

Fernandoz vórðu stovnaðir í 1991 og hevur sostatt heili 25 ár á baki. Hesi 25 árini hevur bólkurin ferðast runt til festivalar og konsertir í Norðurlondum og aðrastaðni við. Og hevur givið út eina røð av fløgum og fingið eina røð av medaljum á Svensktoppen.

Fernandoz er mannaður við:
Anders Nordlund, sang og gittar og bass
Kevin B. Nordlund, sang og keyboard
Kalle Werner, saxefon og gittar
Thomas Wikström, trummur