Mynd: Bold.dk

Svenskur framherji skiftir til 07 Vestur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

22.11.2016 - 15:31

Ítróttur > Effo deildin // Magasin

07 Vestur hevur gjørt tvey-ára sáttmála við 27 ára gamla svenska áleyparan Ken Fagerberg, ið hevur spælt nærum 100 dystir í donsku superliguni, har ið hann hevur skotið mál fyri eitt nú FC Midtjylland, AC Horsens og Viborg, innan hann skifti til Assyriska í Svøríki.

Hetta skrivar heimasíðan hjá 07 Vestur í dag.

Heimasíðan hjá 07 Vestur skrivar víðari viðvíkjandi Ken Fagerberg, at hann annars byrjaði sína yrkisleið í svenska Örgryte í 2007, har ið FC Midtjylland fekk eyga á hann og keypti hann fyri 15 mió krónur.

Komandi ár leikar Ken Fagerberg so fyri 07 Vestur.

07 Vestur eru longu byrjaðir at venja til komandi ár, og flytur Ken Fagerberg til Føroya í næstu framtíð fyri at venja saman við sínum nýggju liðfeløgunum.

Ken Fagerberg hevur mangan verið umrøddur sum tann svenski Rooney í donskum miðlum.