Upptøka: Team Danmark

Sverri Nielsen bergtekur danir: 537 watt í seks minuttir


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Sverri Egholm

16.05.2017 - 19:22

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

53 LED-perur á 10 watt, tríggjar stavblendarar ella fýra 42” flatskýggjar.

Tað kann føroyski rógvarin, Sverri Nielsen, halda koyrandi meðan hann rør. Hann tók sítt egna met í einari roynd, sum Team Danmark skipaði fyri. Miðvingurin tók sítt egna met tá hann framleiddi 537 watt í seks minuttir.

- Tað serstaka við honum er, at hann kann framleiða ótrúliga nógv watt í hesar seks minuttirnar. Tað mesta vit hava sæð her í Team Danmark, sigur Peter Møller Christensen, ítróttarfysilogur hjá Team Danmark við tv2.dk.

- Eg vildi mett, at tað skuldu tveir menn til at framleiða tað sama, sum Sverri klárar. Ein vanligur maður á umleið 80 kilo klárar at framleiða umleið helvtina av tí, sum Sverri Nielsen kláraði, sigur Peter Møller Christensen.

Fyri at klára at framleiða so nógv watt uppá seks minuttir, skal hjartað pumpa umleið 40 litrar av blóði út í musklarnar.

Sverri Nielsen sigur við TV2, at hann er glaður fyri úrslitið, tí tað sigur at støðan er, sum hon skal vera nú. Hann rør fyri Danmark í kappingum.