Føroyski Sverri Nielsen bleiv nummar fýra í finaluni í Luzern (Mynd: roning.dk)

Sverri rakk ikki OL kravtíðini - men Belgia heldur lív í vónini



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Niels Petersen

24.05.2016 - 19:07

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður
Tað manglaði lítið í hjá Sverra Nielsen at kvalifisera seg til Olympisku Leikirnar í einskullara. Sverri Nielsen var 26 hundraðapartar frá OL-plássinum. Hetta skrivar Føroyar.dk í kvøld.

OL-kvalifikatiónskapping er í Luzern í Sveis, og føroyski Sverri Nielsen bleiv nummar fýra í finaluni fyri einskullarar. Sverri kom á mál við tíðini 6.50.47. Bert tríggir teir fremstu bátarnar sleppa við til OL. Ungarn, sum endaði á triðja plássi, hevði tíðina 6.50.21.

Sambært Føroyar.dk kláraði danski dupultskullarin, sum er mannaður av Mads Rasmussen og Rasmus Quist heldur ikki kravtíðina. Teir vóru 3 hundraðpartar frá kvalifikatiónstíðini. Hesir báðir vunnu gull í OL-kappingini fyri fýra árum síðani.

A tí at dupultskullarin ikki kláraðu tíðina, hevði Sverri Nielsen helst verið úttikin til landssliðið, um hann hevði klárað sína kravtíð. Men so varð ikki.

TV2 skrivar annars, at tað enn er ein møguleiki fyri, at ein danskur bátur kemur við til OL. Hetta er tí at Belgia vann bæði í dupulskullara og í einskullara kappingunum. Og sambært reglugerðini kann eitt land ikki fáa báðar bátarnar við til OL.

Avgerðin um hvønn bát belgiska landsliðið velur at taka við, skal falla innan 14 dagar, og so verður spennandi at finna útav, hvussu alt spælir av. Enn er vónin har, at Sverri Nielsen sleppur til OL.