Skíggjamynd: TV2

Sverri snerkti breyð við rógvimaskinuni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

12.03.2018 - 10:59

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Føroyski Sverri Nielsen er ein av fremstu rógvarunum í Danmark. Harafturat er hann kendur sum sterkasti kapprógvarin.

TV2 gjørdi í samstarvi við SportsLab og Sverra eina roynd, har Sverri skuldi royna at snerkja breyð við hjálp av einari rógvimaskinu.

Royndin eydnaðist væl. Í góðar 1 minutt og 30 sekund framleiddi Sverri áleið 720 watt, og verturin og Sverri vóru vælnøgdir við úrslitið. Breyði varð væl snerkt og smakkaði væl.

Royndin sæst her.