Herflotastjórin Anders Grenstad

Sviar leita enn eftir kavbátinum

Hallur av Rana

21.10.2014 - 23:35

Tíðindi > Uttanlands - Norðurlond

Leitanin eftir einum fremmandum kavbáti í svenska skjergarðinum heldur áfram.

Svenski herflotastjórin, Anders Grenstad, greiddi á tíðindafundi fyri løtu síðani, at teir á fimti degi á rað leita eftir einum kavbáti, ið teir meta goymir seg innan tað svenska sjóøkið.

Lítil ivi tykist at vera um, at eitt fremmant hervald hevur verið í svenskum sjóøkið.

Hann kundi eisini avdúka, at verjan fær eina ørgrynnu av eygleiðingum, men tað eru serliga tvær nýggjar eygleiðingar, ið svenska verjan metir eru sera áhugaverdar, ið byggja uppundir teirra mistanka.

- Hetta kann als ikki góðtakast, sigur Grenstad um støðuna, har tað verður gitt, at ein russiskur kavbátur uppiheldur seg í svenskum sjóøkið.