Sviar vunnu eftir VAR-brotsspark

Agnar Frederiksen

18.06.2018 - 14:00

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Hetta er fyrstu ferð, at trý norðurlendsk eru við til eitt HM-endaspæl. Leygardagin fekk Ísland ein frálíkan javnleik ímóti Argentina, og í dag skuldi Svøríki so royna seg.

Hetta var dystur nummar tvey í bólki E, ið av álvara varð opnaður upp í gjár, tá Meksiko óvæntað vann 1-0 á Týsklandi. Hetta gjørdi, at meira trýst var á Svøríki og Suður Korea, ið hittust í Nizhny Novgorad.

Suður Korea kom betri frá byrjan, men skjótt tók Svøríki yvir. Sviar høvdu bóltin væl meira, og skapti nakrar góðar støður. Greitt tann størsti møguleikin kom í 20.minuttir, tá Marcus Í Berg í púra fríari støðu skeyt mitt á málmannin. Annars var leikferðin ikki so høg í 1.hálvleiki, sum var merktur av nógvum fríspørkum.

Avgerandi løtan í dystinum kom beint eftir tíman. Viktor Claesson var feldur á klossutan hátt í brotsteiginum, og hóast dómarin ikki dømdi tað í fyrstu atløgu, so hjálpti VAR til. Á myndunum sást, at har var eingin ivi, og so kundi rutineraði liðformaðurin, Andreas Granqvist, trygt seta brotsparkið í málið. Forloysandi fyri sviar, og nú skuldi leiðslan bara haldast heim.

Verjuleikarin endaði við at gerast matchvinnari. Suður Korea royndi við Son Heung-min. men Tottenham-leikarin og liðfelagirnir høvddu lítið at bjóða uppá, og sviar stóðu stinnir. Svøríki var annars uttan fasta makkarin hjá Granqvist í miðverjuni. Vivtor Lindelof úr Manchester United lá sjúkur heima á gistingarhúsinum.

Tað var ikki so pent hjá Svøríki, og hetta var ikki tan best spældi fótbóltsdysturin. Men eitt mál uppá brotsspark var nóg mikið fyri Janne Andersson. Hóast kreativi miðvallarin úr RB Leipzig, Emil Forsberg, slett ikki spældi upp ímóti sínum besta, so fekk Svøríki ein uppibornan sigur og trý týdningarmikil stig í hús. Hetta var fyrstu ferð, at Svøríki vann sín opningsdyst í einum HM-endaspæli síðani á heimavølli í 1958. Tá kom Svøríki í finaluna. 
 

Svøríki - Suður Korea 1-0(0-0) 

1-0 65.min Andreas Granqvist


Leygardagin er 2.umfar í bólkinum. Suður Korea skal hitta Meksiko, og Svøríki og Týskland bresta saman í einum lykladysti.

Nú skal bólkur G í gongd. Klokkan 16.00 spæla Belgia og Panama, og klokkan 19.00 er tað Ongland, ið traðkar inn í kappingina, tá liðið hjá Gareth Southgate hittir Tunesia.