Svii leitar eftir piltum í grind í 1963



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

24.05.2018 - 13:56

Mentan > Samfelag & politikkur > Grind

Sviin Lothar Reidel ynskir hjálp at finna fram til nakrar piltar, sum hann tók mynd av í Klaksvík í august 1963. Lothar var á ferð við S/S (M/S) Dronning Alexandrine millum Danmark/Føroyar og Ísland, tá skipið legði at í Klaksvík.

Grind hevði verið fyrr á degnum og nú skuldi hon býtast. Lothar tók tá mynd av nøkrum piltum, sum høvdu fingið ein lítlan grindahval at læra seg at skera upp.

Lothar Reidel metir at piltarnir hava verið um 8-13 ára aldurin og eru tí í dag um 63-68 ára gamlir. Hann forvitnast um hvat er blivið av piltunum. Eru teir skiparar, sjómenn ella kanska starvast innan tað almenna?

Lothar Reidel verður í Føroyum í døgunum 12. til 19. juni saman við konu síni og tveimum vinfólkum. Hann kundi hugsað sær at møtt onkran av piltunum.

Send okkum ein teldupost á redaktion@knassar.fo um tú veit hvørjir piltarnir eru, so senda við upplýsingarnar víðari til Lothar.