(Mynd: Sverri Egholm)

Svimjararnir hálaðu 11 heiðursmerki heim fyrsta kvøldið

Ingi Samuelsen

26.06.2017 - 19:31

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Føroysku svimjararnir gjørdu eitt rættiligt hál á fyrsta degnum við svimuikappingum á Oyggjaleikum.

Føroyskir svimjarar vóru við í 9 av 11 kappingum, og fingu heiðursmerki í øllum.

Hetta var úrtøkan í svimjingini í kvøld:

1500 metrar frí, menn:
Gull: Óli Mortensen, 15:59,77
Silvur: Marius Ihlen Gardshodn, 16:02,02

400 metrar medley, kvinnur:
Gull: Sára R. Nysted, 4:55,41

200 metrar firvald, menn:

Gull: Óli Mortensen, 2:01,46

100 metrar firvald, kvinnur:
Gull: Jana B. Thomsen, 1:03,19
nr. 4: Vár E. Eidesgaard, 1:03,85

100 metrar bringu, menn:
Silvur: Róland Toftum, 1:03,76
Bronsa: Rókur Trygvason, 1:05,89

200 metrar frí, kvinnur:
Bronsa: Signhild D. Joensen, 2:03,70

200 metrar blandað, menn:
Silvur: Alvi Hjelm, 2:04,53

4x50 metrar frí, kvinnur:
Bronsa: Føroyar (Beinta B. Debes, Vár E. Eidesgaard, Signhild D. Joensen, Sára R. Nysted), 1:47,60

4x50 metrar blandað, menn:

Bronsa: Føroyar (Marius I. Gardshodn, Alvi Hjelm, Óli Mortensen, Róland Toftum) 1:44,97