Svimjararnir vunnu heili 35 heiðursmerki – 15 av gulli

Ingi Samuelsen

29.06.2017 - 19:21

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Enn ein góður dagur í svimjihøllini hevði við sær, at svimjararnir svumu seg til fýra gull, tvey silvur og trý bronsuheiðursmerki.

Stórur iva var eina løtu um tað seinasta gullmerkið, tað, sum kvinnurnar fingu í liðkappingini 4 ferðir blandað, tí eina løtu stóð á úrslitalistanum, at føroyingarnir vóru kolldømdir. Men kolldømingin varð kolldømd, og gullið kom á føroyskar hendur heldur enn til Manoy.

Úrslitini í svimjihøllini í kvøld

100 metrar blandað kvinnur:
Gull: Sára R. Nysted, 1:05,22
(nr. 5: Beinta P. Debes, 1:07,49)

400 metrar frí, menn
Gull: Óli Mortensen, 3:53,21
Bronsa: Marius I. Gardshodn, 3:59,45

200 metrar firvald, kvinnur:
Gull: Jana B. Thomsen, 2:20.34

100 metra frí, kvinnur:
(nr. 5: Signhild D. Joensen, 58,20)

50 metra rygg, kvinnur:
Silvur: Signild D. Joensen, 29,31

200 m bringa menn:
Silvur: Alvi Hjelm, 2:19,21
Bonsa: Róland Toftum, 2:23,02

4x100 metra blandað, kvinnur:
Gull: Føroyar (Ásbjørg Hjelm, Signhild D. Joensen, Sára R. Nysted, Jana B. Thomsen), 4:15,73

4x100 metra frí, menn:
Bronsa: Føroyar (Marius I. Gardshodn, Alvi Hjelm, Óli Mortensen, Róland Toftum), 3:31,55

Sostatt megnaðu svimjararnir at svimja inn heili 15 gullmerki, 10 úr silvuri og 10 úr bronsu á oyggjaleikunum í ár – tað er bróðurparturin av øllum heiðursmerkjunum, sum Føroyar hava vunnið hesaferð.

Guernsey var tað oyggjalandi, ið vann næstflest heiðursmerki í svimjing, avikavist 10, 6 og 12, meðan Manoy vann 7 gull, 12 silvur og 5 bronsu.