Pál Joensen vann tvey gullheiðursmerki í kvøld

Svimjingin í kvøld: 2 gull – 3 silvur – 4 bronsu

Ingi Samuelsen

02.07.2015 - 19:47

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Níggju heiðursmerki vórðu vunnin í svimjikappingunum í kvøld. Tvær úr gulli, og tær báðar átti Pál Joensen, fyrst í 400 metra frí, og síðan í 200 metra bringusvimjing.

Samlaða úrslitið hjá svimjarunum á Jersey-oyggjaleikunum gjørdist sostatt: 10 gull, 11 silvur og 16 bronsu

Úrtøkan í kvøld varð henda:

100 metra blandað kvinnur: Sára Nysted – nr. 5. Ásbjørg Hjelm – nr. 8

400 metra frí menn: Pál Joensen - gull. Óli Mortensen - silvur

200 metra firvald kvinnur: Jonna Thomsen - bronsa

100 metra frí kvinnur: Sára Nysted - bronsa

50 metra frí menn: Eyðbjørn Joensen - bronsa. Róland Toftum – nr. 4

50 metra rygg kvinnur: Signhild Joensen – nr. 6. Astrið Foldarskarð – nr. 8

200 metra bringu menn: Pál Joensen – gull. Bartal Hestoy – nr. 4

4x100 metra blandað kvinnur: Føroyar (Astrið Foldarskarð, Ásbjørg Hjelm, Signhild Joensen, Sára Nysted) - silvur

4x100 metra frí menn: Føroyar (Eyðbjørn Joensen, Pál Joensen, Óli Mortensen, Róland Toftum) - bronsa

8x50 metra frí menn/kvinnur: Føroyar (Vár Eidesgaard, Astrið Foldarskarð, Alvi Hjelm, Eyðbjørn Joensen, Signhild Joensen, Óli Mortensen, Sára Nysted, Róland Toftum) - silvur