Pál Joensen fekk tvey gullheiðursmerki, eitt silvur og eitt bronsu í kvøld

Svimjingin í kvøld (rættað): 4 gull – 4 silvur – 3 bronsu

Ingi Samuelsen

30.06.2015 - 19:51

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Dugnalgu føroysku svimjararnir heystaðu aftur heiðursmerki í hópatali í kvøld. Úrslitið av kvøldinum gjørdist hetta:

800 m frí kvinnur: Sára Nysted – gull. Vár Eidesgaard - silvur

400 m blandað menn: Pál Joensen – gull. Alvi Hjelm - silvur

200 m bringu kvinnur: Ásbjørg Hjelm – bronsu

100 m rygg kvinnur: Signhild Joensen – nr. 5. Maria Antoft – nr. 8

50 m bringa menn: Pál Joensen - silvur

50 m firvald kvinnur: Astrid Foldarskarð – silvur. Jonna Thomsen – nr. 5

200 m frí menn: Pál Joensen – gull. Óli Mortensen – bronsa

200 m blandað kvinnur: Sára Nysted – bronsa

4 x 50 m frí menn: Føroyar (Óli Mortensen, Róland Toftum, Eyðbjørn Joensen, Pál Joensen) – nr. 4.

4x50 m blandað kvinnur: Føroyar (Astrid Foldarskarð, Ásbjørg Hjelm, Signhild Joensen, Sára Nysted) – gull.