Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Svimjisambandið samtykt eyka úttøku til NM/NJM 2017



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

12.11.2017 - 20:21

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Starvsnevndin í SSF hevur samtykt, at taka fleiri svimjarar við til Norðurlendsku Meistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna 2017, sum verður hildin í Laugardalslaug í Reykjavík 1. til 3. desember 2017.

Svimjararnir, sum starvsnevndin hevur gjørt av at bjóða við til stevnurnar afturat hinum svimjarunum eru Barbara Debes, Lena Rannváardóttir, Lív Erlingsdóttir og Niels Nattested, skrivar svimjing.com.

Markus Joensen er eisini úttikin fyri at hava klára kravtíð á DM í desember 2016. Markus venur við Lyngby Svømmeklub.

Samlaða svimjilandsliðið til NM/NJM 2017 verður sostatt 21 svimjarar. Hesir eru:

Norðurlendska Meistarastevnan 2017

Alvi Hjelm (1996), Ægir

Ásbjørg Hjelm (1999), Ægir

Barbara Debes (2000), Ægir

Jana Bjartalíð Thomsen (2000), Ægir

Markus Joensen (1996), HS

Lena Rannváardóttir (1998), Havnar Svimjifelag

Lív Erlingsdóttir Eidesgaard (1999), Havnar Svimjifelag

Niels Nattestad (1998), Havnar Svimjifelag

Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag

Róland Toftum (1998), Suðuroyar Svimjifelag

Signhild Joensen (2000), Ægir

Norðurlendsk Juniormeistarastevnan 2017

Alisa Vestergård (2003), Suðuroyar Svimjifelag

Bartal Erlingsson Eidesgaard (2003), Havnar Svimjifelag

Eyðrið Mortensen (2003), Havnar Svimjifelag

Johan Nónskarð Dam (2002), Havnar Svimjifelag

Martin Sivertsen (2002), Ægir

Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir

Rókur Trygvason (2000), Ægir

Sára Ryggshamar Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag

Súsanna Tummasardóttir (2001), Havnar Svimjifelag

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag