(Mynd: Óli Reinert á Geilini)

Svínoy: Soleiðis sær út eftir uppgangin á Eiðinum

Ingi Samuelsen

13.01.2017 - 15:19

Tíðindi > Norðoyggjar - Svínoy

Brimið var óvanliga nógv á Eiðinum í Svínoy í gjár, sum eisini sást á hugtakandi myndini, sum Óli Reinert á Geilini hevði tikið, og sum kundi síggjast her á Potalinum.

Í dag er brimið ikki so ógvusligt, men framvegis fær Ritan heldur ikki lagt at har. Ritan hevur gjørt ein túr á Víkina í Svínoy í dag og kemur aftur nú seinnapartin.

- Tað góða er, at vit hava tvær lendingar. Veðrið er nøkulunda hampuligt her á Víkini í dag, sigur Óli Reinert á Geilini, sum er umboð hjá Strandferðsluni í Svínoy.

Hann hevur verið ein túr á Eiðinum í dag og tikið myndirnar, sum kunnu síggjast her.

Og tær prógva, at uppgangurin hevur verið øgiligur. Har rekst við gróti langt niðan í landslagið. Óli Reinert á Geilini metir, at ógvusligasta brotið man vera komið líka niðjan til skúrin, har ferðafólk plaga at bíða eftir fartinum, nakað langt uppi í brekkuni.

Longuri niðri stendur ein væl tjóðraður arbeiðsskúrur við nakað av byggitilfari. Brimi hevur tikið nógv av tilfarinum, og hevur millum annað flutt ein leysan septiktanga nakað langt niðan frá har, sum hann stóð frammanundan.

Har liggur so mikið nógv tilfar, at maskinur mugu til fyri at rudda økið, so koyrandi verður aftur.

- Eg fái ikki flutt allar hasar stóru steinarnar einsamallur, staðfestir Óli Reinert á Geilini.

Sjálvur metir hann, at mesta brimið var í gjárkvøldið eftir at mykrið var fallið á, og tí hevur heldur ikki verið møguligt at skjalfesta brimið við myndum.

Óli greiðir soleiðis frá:

- Tá eg fór útum í gjárkvøldið, hoyrdi eg dun í fjøllunum her rundanum. Onkur annar her í bygdini hevði eisini lagt merki til tað. Tað er eitt fyribrigdi, sum ikki kemur fyri ofta, men er tekin um at brimið hevur verið øgiligt. Tí tað var brimið, sum bresti í land norðanfyri, sum gjørdi hetta dunið, greiðir Óli Reinert á Geilini frá.