Johansson liggur og pínist á vøllinum í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Svøríki: HM í vanda hjá málskoraranum

Ingi Samuelsen

14.11.2017 - 10:23

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Svøríki spældi seg sum kunnugt í gjárkvøldið til HM í Russlandi í summar við at vinna samanlagt 1-0 yvir tveir dystir móti Italia, sum sostatt missir heimsmeistarakappingina fyri fyrstu ferð síðan 1958.

Avgerandi málið varð skorað av innskifta Jakob Johansson í fyrra dystinum, ið varð leiktur í Stockholm fríggjakvøldið.

Í dystinum í gjárkvøldið, byrjaði Johansson inni, men eftir bert 18 minuttir mátti hann berast av vøllinum við skaða. Nú hevur hann fingið óunniliga dómin.

- Jakob hevur slitið fremra krossbandið í knænum. Ógvuliga syrgiligt fyri Jakob, staðfesti Janne Andersson, svenskur landsliðsvenjari í dag.

27 ára gamli Jakob Johansson spælir vanliga við AEK Athen í Grikkalandi. Nú verður komandi tíðin eitt stríð hjá honum at gerast klárur til yvirhøvur at spæla HM í summar. Vanliga merkir ein slíkur skaði í krossbandinum, at haldast skal ein støðgur upp á seks til átta mánaðir.

Í kvøld verður seinasti play off dysturin spældur. Tað er í Dublin, har Írland spælir móti Danmark. Vinnarin sleppur til HM í Moskva. Endar dysturin við javnleiki 1-1 ella meira, er tað eisini til fyrimuns til Danmark, sum so sleppur víðari við útivallamálum.