Italski málverjin Gianluigi Buffon ætlar sær við til sítt sætta HM endaspæl (Mynd: EPA)

Svøríki og Italia kappast um HM pláss í kvøld

Ari av Rana

10.11.2017 - 16:02

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Svøríki fær eina sera torføra uppgávu í kvøld, tá teir heima á Friends Arena í Stokkhólmi taka ímóti Italia í play-off dystunum til HM endaspælið.

Svøríkí kláraði akkurát at spæla seg víðari í einum krút sterkum bólki í undankappiningini. Svørríki hevði millum annað Frakland og Holland í sínum bólki. Frakland vann bólkin við 23 stigum, meðan Svøríki og Holland bæði endaðu á 19 stigum. Svøríki hevði tó betri málmun og spældi seg víðari.

Italia endaði á einum sera tryggum 2. plássi í einum sera veikum bólki í undankappingini. Nummar eitt gjørdist Spania við 28 stigum. Italia vunnu sær 23 stig, heili 10 stig fleiri enn Albania á triðja plássi.

Hóast Svøríki spælir á heimavølli eru Italia favorittar at vinna dystin. Italia hevur verið við í hvørjum einasta HM endaspælið síðani endaspælið í 1958, sum var hildið í Svøríki.