Sviar eru til reiðar at gera alt fyri at vinna EM fyri 5. ferð (Mynd: EPA)

Svøríki og Spania dystast um EM-heitið í kvøld

Agnar Frederiksen

28.01.2018 - 16:15

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Kl.19.30 verður finalan í hesum endaspælinum bríkslað í gongd. Evropameistarin í hondbólti hjá monnum skal finnast í Zagreb. Eftir hálvfinalurnar fríggjakvøldið er greitt, at Spania og Svøríki skulu dystast um steypið, heitið og heiðurin í kvøld.

Í Svøríki skýra hondbóltsviðmerkjarar sigurin yvir Danmark í hálvfinaluni, sum ein av allarstørstu yvirraskilsunum í svensku hondbóltssøguni. 35-34 sigurin í longdari leiktíð kom eftir ein dyst, har donsku favorittarnir ongantíð vóru á odda. Í álopsspartinnum gekk spælskiparin Jim Gottfriedsson á odda. Til dagligt spælir hann við Flensburg-Handewitt, og saman við Linus Arnesson og serliga Mattias Zachrisson góvu teir donsku verjuni høvuðbrýggj. Í málinum var Andreas Palicka framúrskarandi. Hann tók fleiri av opnu møguleikunum hjá Danmark, og til tíðir stongdi hann málið. Tað er tó nógv sum bendir á, at hin málverjin hjá Svøríki, Mikael Appelgren fer at byrja í dag. Appelgren hevur eisini havt eitt sera gott EM. Fyri Svøríki er tað eisini ein stórur styrkur, at Simon Jeppsson allarhelst er til reiðar. Hann var úti ímóti Danmark vegna sjúku.

Svøríki hevur vunnið EM fýra ferðir. Fyrstu ferð var í 1994, og sviar vunnu trígggar ferðir á rað umkring aldarskifti: í 1998, 2000 og 2002. Síðani hevur Svøríki onki heiðursmerki vunnið í einum EM-endaspælið. Nú er møguleiki fyri gullið har, og 36-ára gamli venjarin Kristján Andrésson hevur fingið nøkur ting at eyndast hjá svium. Hann er føddur i Svøríki, men hevur íslendska bakgrund, og hevur sjálvur leikt fyri íslendska landsliðið. Hansara lið var ikki millum stórfavorittarnar til hesa kappingina, men hava fingið strítt seg til finaluna.

Spania spældi seg í hálvfinaluna við stórspæli ímóti Týsklandi, og helt fram við tí í hálvfinaluni. Fronsku favorittarnar komu ongantíð av álvara inn í dystin, har spaniólar vóru sterkari í bæði álopspartinum og í verjupartinum. Raúl Entrerríos var framúr sum spælskipari, og liðið tyktiskt at hanga betri saman enn liðið hjá Fraklandi, ið annars hevði vunnið allar dystirnar í kappingini undan dystinum. Spania var eisini í finaluni til seinasta EM. Har var Týskland tó omaná, og spaniólar hava ikki havt eydnuna við sær í EM-finalunum. Spania hevur tapt allar fýra EM-finalurnar, sum liðið hevur verið í.

Spania og Svøríki hava tað til felags, at tey hava verið óstøðug í kappingini. Svøríki hevur tapt heilar tríggar dystir, og Spania hevur tapt tveir. Danmark er tað einasta liðið í EM-søguni, sum er vorðin evropameistari eftir at hava tapt tveir dystir. Tað var í 2012. Svøríki og Spania hava eisini tað til felags, er at liðini vóru underdogs í hálvfinalunum. Í kvøld er lagt upp til ein sera spennandi dyst, har Spania er lítil favorittur.

Dysturin byrjar klokkan 19.30, og verður vístir á danska TV2.