Mynd: EPA/PONTUS LUNDAHL

Svøríki: Russiskur kavbátur í havsneyð

Jógvan Hugo Gardar

19.10.2014 - 02:28

Tíðindi >

Svenska verjan hevur síðani í gjár leita eftir einum fremmandum kavbáti í økinum eystanfyri Stockholm. Í kvøld skrivar Svenska Dagbladet at talan er um ein russiskan kavbát, og tekin eru um at kavbáturin er komin í havsneyð.

Svenskir myndugleikar hava higartil bert sagt at tey leita eftir einum undirvatnsfari, men tey vilja ikki siga um talan er um kavbát ella nakað annað.

Sambært Svenska Dagbladet skal svenska verjan hava fangað samband millum eitt far sum var nærhendis svensku strondini, og eina hernaðarstøð í Kaliningrad. Samskiftið var á russiskum, og tað ger at sviar nú venda mistankan móti Russlandi.

Avdúkingin sum er komin í kvøld kann lesast á Svenska Dagbladet