Svøríki vann 1-0 í fyrra play-off dystinum móti Italia (Mynd: EPA)

Svøríki skal tryggja sær HM luttøku



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

13.11.2017 - 19:36

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Seinni HM play-off dysturin millum Svøríki og Italia verður spældur um eina lítla løtu á San Siro leikvøllinum í Milano. Svøríki hevur gott útgangsstøði, nú teir vunnu 1-0 móti Italia í fyrsta dystinum í Stokkhólmi.

Italski venjarin er í øðini um dystin í Stokkhólmi, har hann helt, at svensku leikararnir spældu í so harðliga. Millum annað fekk italski stjørnuleikarin Leonardo Bonucci brotið sær nøsina. Hinvegin hildu svenskararnir, at Italia vísti sera vánaligan ítróttaanda.

Lagt er upp til ein spennandi dyst í kvøld. Megnar Italia ikki at vinna dystin og spæla seg víðari, er tað fyrstu ferð síðani 1958 at landið ikki verður við til eitt HM endaspæl. Svøríki hevur ikki luttikið í HM endaspæli síðani endaspælið í Týsklandi í 2006.