(Mynd: EPA)

Svøríki spældi seg til HM



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

13.11.2017 - 22:05

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað vóru ikki nógv sum væntaðu, at Svøríki fór at spæla seg til HM endaspælið. Svøríki skuldi spæla tveir play-off dystir móti fótbóltskempunum úr Italia.

Svøríki vann 1-0 á Friends Arena í Stokkhólmi, og fyri løtu síðani megnaðu svenskarar at halda italiumenn til ein 0-0 javnleik á San Siro í Milano.

Tað vóru italiumenn, sum vóru bestir í dystinum. Teir høvdu tað mesta av spælinum og høvdu nógv fleiri málmøguleikar. Men svenskarar bardust sum úlvur á skóg, og megnaði at halda italiumenn frá at skora.

Við úrslitinum í kvøld tryggjaði Svøríki sær luttøku í HM endaspælinum í Russlandi í 2018. Hetta er fyri fyrstu ferð síðani 2006, at Svøríki er við til eitt HM endaspæl.