Triton NN sambært eini tekning sum eitt týskt blað hevur almannakunngjørt um hendan serliga bátin/kavbátin.

Svøríki: Talan kann vera um hendan kavbátin

Jógvan Hugo Gardar

20.10.2014 - 04:22

Tíðindi >

Nógva orkan sum svenska verjan hevur valt at brúka í jagstranini eftir einum fremmandum fari kann merkja at tey leita eftir onkrum heilt serligum. Tað metir verjuserføðingurin Joakim von Braun, sambært NRK.

Hansara boð er at leita verður eftir einum russiskum kavbáti sum bæði kann virka sum kavbátur og sum ein skjóttgangandi bátur.

Talan er í hesum førinum um russiska Triton NN, ið er mentur til at kunna flyta servandar hermenn skjótt frá stað til stað.