Nógv hernaðarligt virksemi er eystanfyri Stockholm í løtuni. Mynd: EPA/PONTUS LUNDAHL

Svøríki: Tangabátur siglir frá har kavbátur helst er í havsneyð - við kós móti Gotlandi

Jógvan Hugo Gardar

19.10.2014 - 15:18

Tíðindi >

Russiska oljutangaskipið Ns Concord hevur sett kós mótiGotska Sandön á Gotlandi, skrivar Svenska Dagbladet. Ns Concord er sett í samband við leitingina hjá svium eftir einum fremmandum kavbáti stutt eystanfyri Stockholm.

Tangaskipið kom frá Sankta Pætursborg, áðrenn tað fyri nøkrum døgum síðani legði stilt eystanfyri Stockholm. Bert minuttir eftir at svenska Dagbladet í gjárkvøldi skrivaði at svenska verjan leitar eftir einum russiskum kavbáti í havsneyð, fór Ns Concord at sigla suðureftir.

Svenskir hernaðarserfrøðingar siga við Svenska Dagbladet, at um tað vísir seg at Russland hevur hernaðarligt virksemi so nær svenska høvuðsstaðnum, so er hetta ein sera álvarslig støða, og merkir at Russland fyrireikar eitt ella annað ófrættakent.