Mynd: EPA/PONTUS LUNDAHL

Svøríki: Tangabátur við løgnari framferð rýmdi

Jógvan Hugo Gardar

19.10.2014 - 11:30

Tíðindi >

 Eitt oljuskip, Ns Concord, ið hevur russiskar eigarar, men sum er skrásett í Liberia, hevur víst løgna framferð farnu dagarnar eystanfyri Stockholm. Skipið hevur ligið í sama stað í fleiri dagar, men beint aftaná at Svenska Dagbladet avdúkaði at svenskir myndugleikar leita eftir einum kavbáti sum er komin í havsneyð, so fór oljuskipið at sigla. Skipið lá í altjóða øki, men fór st sigla seint leygarkvøldi, skivar Aftonbladet.

Ns Concord hevur sambært Marine Traffic sett kós móti Danmark.

LES EISINI: Svøríki: Russiskur kavbátur í havsneyð