Svøríki: Uzbekin játtað seg sekan

Steinar Patursson

11.04.2017 - 10:23

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

39 ára gamli uzbekin, ið varð handtikin fyri at standa aftan fyri yvirgangsálopið í Stockhólmi, hevur nú játtað seg sekan.

Verji hansara greiddi fyri býrættinum í Stockhólmi frá, at hann játtar seg sekan, tá varðhaldsfongsling hansara skuldi fyri dómara.

Maðurin, Rakhmat Akilov, varð handtikin fríggjakvøldið í Märsta uttan fyri Stockholm, og løgreglan hevur verið vís í, at talan var um gerningsmannin.

Løgreglan hevur greitt svensku miðlunum frá, at meðan kanningararbeiðið er farið fram, so er illgrunin til mannin bert voksin.

Akilov var eftirlýstur av løgregluni longu áðrenn atsóknina, tí at hann var ikki farin úr Svøríki, hóast hann hevði fingið noktandi svar upp á uppihaldsloyvi.

Løgreglan hevur eisini handtikið ein annan persón í sambandi við atsóknina, men einki meira er komið fram um tann persónin, og óvist er, hvørt samband er millum tann persónin og Akilov.

Svenska løgreglan sigur, at arbeitt verður framvegis út frá tí, at tað møguliga vóru fleiri persónar við í álopinum.