(Mynd: Getty Images)

Svøríki vann á Italia



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

11.11.2017 - 09:06

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Heldur óvæntað vann Svøríki á Italia í gjárkvøldið á Friends Arena í Stokkhólmi. HM play-off dysturin endaði 1-0 til Svøríki.

Einsamalla málið kom í 61. minutti, tá skotið hjá Jakob Johansson bleiv rættað av, og snýtti Gianluigi Buffon í italska málinum.

Svøríki vann sær ein týdningarmiklan sigur, tí at uppgávan verður heilt víst torfør, tá liðini møtast til seinna dystin í Italia.

Í kvøld er aftur evropeiskur HM play-off dystur, tá Danmark tekur ímóti Írlandi.