Robin Bengtsson (Mynd:EPA)

Svøríki víðari - Ísland og Finnland ov stutt

Rakul Matras Absalonsen

09.05.2017 - 22:38

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Í kvøld var fyrra hálvfinalan í ársins Eurovision Song Contest-kappingini, sum verður hildin í Kiev í Ukreina í ár.

Átjan lond luttóku í kappingini í kvøld, og tíggju av teimum komu víðari. Eftir atkvøðugreiðsluna var greitt, at Moldova, Aserbajan, Grikkaland, Portugal, Pólland, Armenia, Avstralia, Kypros, Belgia og Svøríki komu í finaluna.

Robin Bengtsson umboðaði Svøríki við lagnum "I Can't Go On"

Atkvøðurnar, sum Finnland og Ísland fingu í kvøld, rukku ikki til eitt finalupláss.

Hin hálvfinalan, har Danmark, Noregi og sekstan onnur lond luttaka, verður hósdagin, og finalan verður leygarkvøldið.