Swansea spældi seg í FA Cup fjórðingsfinaluna

Ari av Rana

27.02.2018 - 22:52

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Swansea City vann seg í fjórðingsfinaluna í ensku steypakappinginia FA Cup fyri fyrstu ferð síðani 1964. Hetta gjørdi Swansea við at vinna 2-0 á Sheffield Wednesday.

Jordan Ayew og Nathan Dyer skoraðu málini í einum heldur keðiligum dysti í kalda veðrinum í Suðurwales.

Swansea spæla fjóðringsfinalu móti vinnaranum av dystinum millum Tottenham og Rochdale. Tann dysturin verður spældur á Wembley í morgin.