Swansea vann stórt á Notts County

Swansea vann 8-1 á heimsins elsta fótbóltsfelag

Ari av Rana

06.02.2018 - 22:18

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tríggir FA Cup umdystir vórðu spældir í kvøld, og serliga eru tað Swansea fjepparar, sum kunnu fegnast í kvøld.

Swansea spældi á heimavølli móti heimsins elsta skrásetta fótbóltsfelag, Notts County, og gjørdu ikki minni enn at vinna 8-1. Longu í hálvleikinum var støðan 4-1 til felagið úr Wales, og ilt gjørdist bara verri, tí Swansea skoraði fýra ferðir afturat.

Rochdale, sum spælir í triðju bestu deildini í Onglandi, vann 1-0 á heimavølli á Miwall úr næst bestu deildini. Einsamalla málið skoraði Ian Henderson, tá 54 minuttir vóru spældir.

Síðsti dysturin var millum Birmingham City, sum liggur aftarlaga í næst bestu deildini, og Huddersfield, sum ikki hevur vunnið í seinastu fimm dystunum í Premier League. Spenningur varð, tí at eftir 90 minuttir var støðan 1-1. Tí mátti longd leiktíð til, og tá var eingin ivi í hvat liðið hevði meiri orku. Huddersfield gjørdi ikki mætari enn at skora tríggjar ferðir, so at endaliga úrslitið gjørdist 1-4 til Premier League felagið.

Støðan í kvøld:

Swansea City – Notts County 8-1

Rochdale – Millwall 1-0

Birmingham City – Huddersfield Town 1-4