Sylvester Stallone verður kannaður fyri at hava framt kynsligan ágang

Ari av Rana

14.06.2018 - 13:44

Mentan > List > Filmslist

#metoo tykist ikki at hava nakran enda nú enn ein heimskend filmsstjørna verður kannað fyri at hava fram kynsligan ágang. Hesa ferð er talan um Sylvester Stallone, sum vit kenna best sum Rocky og Rambo.

Umdømisadvokaturin í Los Angeles ger nú kanningar í málinum, har Sylvester Stallone verður lagdur undir at hava fram kynsligan ágang. Einki verður sagt um júst hvat slag av kynsligum ágangi Stallone verður ákærdur fyri at hava framt. 

Málið varð fyrstu ferð meldað í november 2017, men tað er heilt afturi í 1990, at Sylvester Stallone skal hava framt ágangin, skrivar CNN.

Sakførarin hjá Stallone vísir øllum ákærum aftur.