Sýslumaðurin á Tvøroyri: Spell at grindin slapp

Kaj Joensen

13.08.2014 - 17:06

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Annað

Sýslumaðurin á Tvøroyri, Jaspur Vang, harmast um, at grindin, sum bleiv funnin í gjár, slapp. Hann hevur í dag sent fjølmiðlunum eitt tíðindaskriv, har hann greiðir frá gongdini, tá ein roynd var gjørd at halda grindina til. Hetta er fyri at beina miskiljingar av vegnum.

Les eisini: Paul Watson verjir sýslumannin: Ring líkindi vóru orsøkin

Tíðindaskrivið er soljóðandi:

Tað var “Smyril”, sum í gjár seinnapartin kl. 1435 boðaði frá, at ein grind lá uml. ½ fjórðing eystur úr Skarvatanga. Grindin varð mett til uml. 100 hval.

Sýslumaðurin gjørdi beinan vegin av, at roynt skuldi verða at halda grindini til.

Grindaformenninir í oynni fingu boð og farið varð undir at fyriskipa m.a. framman undan avtalaðar avbyrgingar av grindaøkjum á landi.

Umvegis m.a. havnamyndugleikarnar fingu bátar í oynni grindaboðini.

Løgreglan fekk eisini boð, soleiðis at hon kundi seta í verk sína tiltøk, sum skulu tryggja, at rakstur og tað, sum annars hevur við grindina at gera, trygt kann fara fram.

Ein bátur frá løgregluni var heilt skjótt á staðnum, og lítla løtu seinni var ein grindaformaður av Tvøroyri á staðnum í sínum báti.

Grindin gekk móti landi, men kavaði. Hon varð funnin aftur uml. 1 fjórðing eystur úr Froðbiarnípu og gekk norður yvir við nýkomna vestfallinum. Sannlíkt var nú, at grindin kundi fara á Hvalba.

Grindin kavaði so aftur. Sum vanligt er, varð leita, tó uttan at grindin varð funnin aftur. Viðmerkjast skal, at hóast tað var tvassut í sjónum, streymurin var harður, eins og tað rak í ættina, varð mett, at líkindini vóru til at reka grind. Bátarnir, sum luttóku, løgdu nógv fyri.

Sýslumaðurin tók síðani saman við grindaformonnunum avgerð um at avblása.

Viðmerkjast skal, at grindaformenn og hjáparfólk á landi gjørdu eitt sera gott arbeiði í samband við fyrireikingarnar, eins og løgreglan var skjót á staðnum og gjørdi tað, hon skuldi.

Samanumtikið var tað tí stórt spell, at grindin slapp.

Tað hevur verið róð upp undir, at myndugleikarnir ikki hava fyrireika seg nóg væl til grindamótmælini. Hesum er ikki hald í. Seinastu árini, serstakliga í 2011 og nú í 2012, er stórt fyrireikingararbeiði gjørt.

Nevnast kann, at sýslumenninir, sum eru myndugleiki undir Fiskimálaráðnum, við heimild í § 11 í grindareglugerðini hava gjørt av, at vanligu grindaøkini á góðkendu hvalvágunum, tað er sandurin, har grind vanliga verður hildin til, umframt havnaløg, har merkt og skift verður, verða avbyrgd tá grind er. Eisini er gjørt av, at óviðkomandi bátar ella skip ikki mugu koma grindini nærri enn ein fjórðing. Flogfør mugu ikki flúgvi lægri enn 500 metrar yvir rakstrarøki ella grindaøki.

Tað hevur verið – og er alla tíðina tætt samstarv millum sýslumenninar og grindaformenninarm, eins og ymisku myndugleikarnir, ið varða av grindarakstri, vita av hvør øðrum.

Les eisini: Myndir: Fyrireikaðu seg til grindadráp í Hvalba