Systir Kim Jong-un boðin til døgurða hjá suðurkoreanska forsetanum

Ingi Samuelsen

08.02.2018 - 10:36

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Sendinevndin úr Norðurkorea, ið er komin til Suðurkorea í sambandi við vetrarleikirnar komandi vikurnar, er boðin at eta døgurða saman við suðurkoreanska forsetanum, Moon Jae-in.

Ein av teimum, ið verður til staðar við døgurðaborðið er lítlasystir leiðaran í Norðurkorea, Kim Jong-un, skrivar Reuters.

Hetta verður sostatt fyrstu ferð, at ein limur av valdsmiklu Kim-familjuni í Norðurkorea, situr til borðs saman við einum suðurkoreanskum forseta.

Systirin, sum eitur Kim Yo Jong, er heldur ikki nakkar einoghvør. Hon er ein av nærmastu trúnaðarfeløgunum hjá Kim Jong-un. Hett varð staðfest, tá hon í heyst varð vald til lim í norðurkoreansku aðalstjórnini, ið er ráðandi stovnurin hjá Arbeiðaraflokkinum og harvið í øllum landinum.

Hon varð vald ístaðin fyri fastrina, Kim Kyong Hui, sum eisini hevði nógv at siga, tá týðandi avgerðir skuldu takast.

Í morgun hevur herurin í Norðurkorea annars havt sína árligu hergongu fyri at hátíðarhalda stovningardagin hjá herinum, 8. februar 1948. Hóast talan er um 70 ára hald, so sær USA hetta sum ein stóra provokasjón beint undan at olympisku vetrarleikirnir verða settir í morgin.

Hergongan plagar annars at verða hildin í apríl mánaði, tá herfólk í túsundatali og langar røðir av hernaðarførum og rakettvognum plaga at verða víst fram.

Norðurkorea hevur tó víst aftur, at dagsetingin av sýningini hevur nakað at gera við, at vetrarleikirnir skulu setast sunnan fyri markið.