Tá Andrea Doria og Astoria stoyttu saman í Atlantshavinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

07.04.2018 - 18:51

Mentan > Mentan > Søga

72 ára gamla Astoria, sum í dag er ferðamannaskip legði í gjár leiðina framvið Havnini, og hevur í dag ligið í Klaksvík.

Í tí sambandi endurprenta vit her grein hjá John Kjærbo eystan Á um hendingina hjá Stockholm, sum í dag eitur Astoria og Andrea Doria stoyttu saman. Greinin varð skrivað til Dimmalætting fyri nøkrum árum síðani.

-----

Mikukvøldið 25. juli 1956 kl 23:10 sigldi Stockholm við 18 míla ferð inn í stýriborðssíðu á 29.083 tons stóra og 228 metur langa italska luksuslinaranum Andrea Doria.

Andrea Doria var farin úr Genua 17. juli, og var Gibraltar síðsta havn áðrenn kósin varð løgd vestur um hav. Umborð vóru 1.134 ferðafólk og manningin taldi 574 - 1708 fólk tilsaman. Hetta var túrur nummar 101, eftir at skipið varð sett í sigling í 1953, og væntandi skuldi skipið koma til New York 26. juli kl 09.00.

Skipari var tann 58 ára gamli Piero Calamai, og skuldi hetta vera hansara seinasti túrur, eftir at hann hevði verið skipari í gott og væl 3 ár, og var hann tann einasti skiparin, skipið hevði havt. Nú skuldi hann gerast skipari á tí nýggjara systurskipinum hjá Andrea Doria Christoforo Colombo.

Calamai skipari var mildur og beinasamur, men hann var eingin vertskapsmaður. Hann føldi seg betur til passar uppi á brúnni, enn í veitslulag við ferðafólki, sum vanligt var tá í tíðini. Eisini var hann maður av fáum orðum. Tað gav at bíta, tá teir í byrjanini av hesum túrinum gjørdu eina 90 grad snaring á bakborð, fyri at lyfta stýriborð nakað upp úr sjónum, so teir í maskinuni kundu koma til eitt rør, sum hol var komið á. Eitt av ferðafólkunum, ið var statt á brúnni, spurdi, hví skipið snaraði. Calamai svaraði, at tað var ein stórur hvalur fyri framman, og hann vildi ikki sigla á hann. Kanska helt skiparin, at viðkomandi ferðafólk ikki skilti eina tekniska frágreiðing. Hesin hugur at halda ferðafólkið óvitandi, skuldi seinni gerast orsøk til nógvar atfinningar mótvegis Calamai.

Hendan mikudagin var Calamai komin á brúnna uttan at vera boðsendur. Standandi ordri var annars, at um tað kom mjørki, skuldi skiparin hava boð um tað. Men sum tann royndi maður hann var, visti hann, at ofta kom mjørki í hesum farvatni út fyri Nantucket Island, serliga í juli.

Skiparin fór ein túr út á brúgvavongin, og var hann skjótt varugur við mjørkaflókar fyri framman. Boð vóru nú givin til maskinrúmið um at seta ferðina niður frá 23 míl, sum var tað mesta, skipið kundi sigla, til 21 míl. Eisini gav hann boð um, at øll vatntøtt skott skuldi steingjast. Tokulúðurin var samstundis settur til, og ein matrósur varð sendur fram á bakkan at halda útkikk. Calamai var vísur í, at hann kundi sigla trygt, hóast ferðin var nógv og tjúkt var í mjørka.

Hetta lagnukvøld vóru 4 útbúnir skipsførarar á brúnni. Umframt skiparan var annar stýrimaður, Curzio Franchini. Uppgáva hansara var at passa radaran. Triðji stýrimaður var Eugenio Giannini og hjálpti hann til við radaranum. Samstundis hjálpti hann til, har tað var neyðugt. Tann fjórði skipsførarin á brúnni var yvirstýrimaðurin Osvaldo Magagnini.

Klokkan 22.45 boðaði Franchini frá, at hann sá eitt skip á radaranum. Skiparin spurdi um avstand og peiling. Svarið var seytjan sjómíl fýra gradir um stýriborð. Skjótt var Franchini greiður yvir, at skipið á radaranum sigldi eysturyvir, og tað sigldi skjótt. Hetta undraði menninar á brúnni á Andrea Doria, tí skip, sum sigldi eysturyvir har á leiðini, skuldu halda seg 20 sjómíl longur suðuri. Hetta var bara ein tilráðing frá Altjóða Felagsskapinum um trygd á sjónum frá 1948. Annars stóð tað hvørjum skipara frítt at seta kós eystur um hav.

Tá ið skipini vóru 7 sjómil fra hvørjum øðrum, spurdi skiparin, hvussu tætt teir vildu passera. Ein sjómíl um stýriborð, svaraði Franchini. Frástøðan ímillum skipini minkaði ógvuliga skjótt. Tá 3 sjómíl vóru ímillum, gav Calamai boð um at snara 4 gradir á bakborð, fyri harvið at geva meira pláss um stýriborð. Men 4 gradir er ikki nóg mikið til, at hitt skipið kann síggja tað á radaranum.

Stockholm

Stockholm var farin úr New York sama morgun, 25. juli, á veg til Gøteborg. Umborð vóru 534 ferðafólk, og manningin taldi 213. Stockholm var 12.396 tons dv og 172 m langt, nakað væl minni enn Andrea Doria, men varð hildið at vera eitt gott skip at sigla við.

Klokkan 20.30 var tann 26 ára gamli triðji stýrimaður, Johan Carstens Johansson ( kallaður Carstens), komin á vakt saman við trimum matrósum. Matrósarnir skiftust um róðurtørn og útkikk. Tað fyrsta Carstens gjørdi, saman við 2 stýrimanni, Lars Enestrøm, sum hann skuldi loysa av, var at kanna logbókinia, kortið og veðurvánirnar. Veðri var gott, eitt lot av útsynningi, og sýnið var um 6 sjómíl. Annar stýrimaður segði, at teir kundu rokna við mjørka, tá teir komu til Nantucket fýrskipið. Enestrøm segði eisini, at teir vóru meira enn 1sjómil norðan fyri ta fastløgdu rutuna, og at kósin var 90 gradir í ein beinan eystan. Tá hetta var gjørt, fór Enestrøm av brúnni, og Carstens var nú vakthavandi, saman teimum trimum matrósum.

Skipari á Stocholm var tann 63 ára gamli Harry Gunnar Nordenson. Hann hevði verið skipari í reiðarínum í 21 ár, millum annað var hann skipari á Gripsholm undir 2. veraldarbardaga. Hann var nógv róstur sum skipari, og var komin umborð á Stockholm í septembur 1955. Nordenson brúkti altíð somu rutu, 1 sjómíl sunnan fyri Nantucket-fýrskipið, bæði tá teir vóru vestgangandi og eystgangandi. Hetta var í stríð við tilmælið frá Altjóða Felagsskapinum um trygd á sjónum frá 1948. Nógv reiðarí høvdu avtalu um at fylgja tí syðru farleiðini á fer eystur um hav. Reiðaríið hjá Stockholm, Svenska Amerikalinjan, hevði onga slíka avtalu. Og fyri alt tað hevði reiðaríið hjá Andrea Doria heldur ikki slíka avtalu.

Nordenson skipari var ikki tann maður, ið vildi spilla tíðina burtur við at fara 20 sjómíl longur suður. Hann hevði siglt somu farleið 423 ferðir. Klokkan 21.40 kom Nordenson skipari upp á brúnna og kannaði staðfestingarnar hjá Carstens. Hann gav nú ordrar til kós 87 gradir og segði við Carstens, at hann fór niður undir, og bað siga sær frá, um tað kom mjørki. Standandi ordrar vóru, at onki skip skuldi koma nærri enn 1 sjómíl, og um tað kom mjørki, skuldi skiparin varskógvast. Nordenson legði dent á at vera boðsendur at koma á brúnna, heldur ov ofta enn ov sjálvdan.

Samanstoyturin

Cartens fór nú út á brúgvavongin fyri at kunna seg um veður og vind. Topplanternurnar vóru klárar, ongin mjørki fjaldi tær, og lotið var minkandi. Hann gekk nú aftur og fram á brúnni, árvakin men róligur. Hann var nøgdur við sítt arbeiði at vera stýrimaður, bert 26 ára gamal.

Klokkan 22.30 tók hann aftur eina positión. Tað vísti seg, at Stockholm var 2,7 – 2,8 sjómíl norðanfyri fastløgdu rutuna, og tað var harður streymur. Carstens helt ikki, at tað var nøkur orsøk til at siga skiparanum frá, men hann gav róðurgangaranum ordrar til at stýra 2 gradir longur suður fyri at leggja upp fyri. Fremst í skipinum svóvu nakrir av manningini eftir ein strævnan arbeiðsdag, men tær flestu av koyggjunum vóru tómar, tí at meginparturin av kabússarbeiðsfólkunum høvdu fingið ordrar til at arbeiða yvir. Klokkan 22.50 fór Carstens inn í bestikkrúmið, har hann tók radarpeiling. Skipið var nú 3 sjómíl norðanfyri fastløgdu kós. Hann gav nú ordrar til róðurgangaran um at snara 2 gradir longur móti suðri, og tað vildi geva skipinum eina kós uppá 91 gradir. So kannaði hann radaran, og tað vísti seg, at tað var nú komið eitt ekkó á skermin. Hann innstillaði radaran, so at hann kundi fáa ekkóið fyrr. Hann sá nú, at ekkóið var 12 sjómíl frá Stockholm og nakað um stýriborð. Hann plottaði nú ekkóið fyri at vita, um hann kundi fáa kósina hjá hinum skipinum. Um hansara staðfestingar skuldu vera beinar, mátti hann vissa seg um, at Stockholm helt sína kós. Hann kundi ikki sjálvur kontrollera kumpassina, og rópti tí á róðurgangaran Larsen: “Hvat stýrir tú nú?”. Larsen rópti aftur: “Hálvfems gradir”. Tað vil siga ein grad norðanfyri fastløgdu kós. Carstens fekk tað nú til, at hetta skipið var 10 sjómíl frá teimum. Tað sá út til at sigla skjótt, og tað sigldi beint ímóti Stockholm. Tað vísti seg, at skipið var 2 gradir um bakborð. Hann gav nú útkikksmanninum ordrar til at fara út á brúgvavongin at halda eyga við lanternunum frá mótgangandi skipi. Carstens plottaði nú aftur mótgangandi skip, og hann fekk tað til at vera 6 sjómíl ímillum skipini, og hann hevði mótgangadi skip 4 gradir um bakborð. Hetta var hann nøgdur við, tí so fóru skipini at passera hvønn annan bakborð til bakborð við eini frástøðu uppá 0,7 til 0,8 sjómíl. Hetta var nakað minni enn minsta mark uppá eina sjómíl, sum skiparin hevði givið ordrar um. Hann hugdi aftur í radaran, og nú var mótgangandi skip bara 4 sjómíl frá teimum, og tað nærkaðist ógvuliga skjótt. Men hóast tað høvdu hann og útkikksmaðurin ikki fingið eyga á lanternurnar hjá mótgangandi skipi. Tað kom ikki tí unga stýrimanninum til hugs, at lanternurnar kundu vera fjaldar av mjørka, tí hann sá, at hansara egnu lanternur vóru klárar. Hann helt eisini, at mótgangandi skip silgdi í so skjótt til at vera í mjørka. Hann setti nú radaran niður á ein radius av 5 sjómíl. Nú lýsti ekkóið ógvuliga væl upp á skerminum, og tað hevði kós beint ímóti Stockholm. Ekkóið á radaraskerminum var bara 2 sjómíl burtur, tá útkikksmaðurin rópti: “Ljós um bakborð.”

“Okay” svaraði Carstens.

Carstens var skjótur at taka kikaran, og fór út á brúgvavongin at hyggja eftir skipinum. Skipið var 20 gradir um bakborðsbógv, minni enn 2 sjómíl burtur. Bæði Carstens og útkikksmaðurin sóu nú lanternurnar. Tað lægra toppljósið var til vinstru fyri tað hægra toppljósið. Tað vildi bera í sær, at skipið kom at passera um bakborðssíðu. Ein reyð lanterna vísti, at mótgangandi skip var um bakborð á Stockholm. Sostatt vildu teir passera reytt ímóti reyðum. Men teir vildu passera tættari enn 1 sjómíl, og var hetta í stríð við skiparans ordrar. Carstens tók avgerð um at snara Stockholm meira á stýriborð fyri at geva meira pláss.

“Stýriborð” rópti hann til róðurgangaran. Tá kumpassnálin hevði flutt seg 20 gradir, gav hann ordrar til mittskips og at halda kósina. Carstens gav ikki ordrar til at brúka skipsfloytuna, sum vildi havt givið mótgangandi skipi boð um stýriborðsdrej hjá Stockholm.

Stockholm var ikki meir enn komin á kósina, tá Carstens ræðslusligin sær, at tað ókenda skipið snarar hart á bakborð. Nú kundi hann síggja alla stýriborðssíðu á skipinum, sum var upplýst av hundraðtals kúgveygum, og var hann greiður yvir, at hetta var ikki nakað lítið skip, sum hansara skip stevndi beint inn í stýriborð á. Carstens tók um maskintelegrafin og ringdi fulla kraft bakk, samstundis sum hann gav boð til róðursmannin um at snara hart róður stýriborð fyri harvið at minka um styrkina av samanstoytinum.

Kapteyn Nordenson var staddur í skiparakamarinum, og tá hann hoyrdi, at maskintelegrafurin ringdi, var hann greiður yvir, at triðji stýrimaður var trupulleikum, og var hann skjótur á brúnna.

Johan Carstens stóð á brúgvavonginum, tá stevnið á Stockholm, sum var ísstyrkt, skar seg 12 metur inn í stýriborð á Andrea Doria og skræddi 7 av hennara 12 dekkum upp, sum um tað var at skera í smør. Klokkan var tá 23.09.

Stockholm bakkaði nú leyst av Andrea Doria og var so liggjandi av tí, at akkerini vóru runnin út undir samanstoytinum. Andrea Doria helt á at sigla 1 sjómíl, til hon var liggjandi við 20 gradum slagsíðu á stýriborð. Sent var nú út neyðarkall

Undrið

14 ára gamla Linda Morgan vaknaði við, at hon stardi út í náttarmyrkrið. Hon helt seg minnast eitt brakandi ljóð men hugsaði, at tað mundi vera ein dreymur. Nú lá hon á sínari madrassu, dýnan var burtur, og vinstri armur hekk slappur niður við síðuni. Bilsin og bangin royndi hon at rópa á mammu sína á sponskum. Linda skilti ikki, hvat var vorðið av loftinum í kamarinum, tí í staðin fyri at síggja nakað loft, sá hon káman náttarhimmal. Nú kom ræðsla á hana, tí hon skilti, at hon var einsamøll og hjálparleys á sínari madrassu úti í Atlantshavinum.

Bernabe Garcia var einasti spanskttalandi sjómaður umborð á Stocholm. Hann var farin fram á bakkan at kanna skaðan, ið skipið hevði fingið, tá hann hoyrdi rópini frá Lindu. Hann var kløkkur av at hoyra onkran rópa á sponskum, tí hann var ikki greiður yvir, at nøkur sponsk ferðafólk vóru umborð. Garcia bar gentuna aftur á sjúkrakamarið, har yvirhovmeistarin Curt Dawe tók ímóti teimum. Hann spurdi gentuna um navnið, og hon svaraði Linda Morgan. Dawe hugdi í ferðafólkalistan, men har var ongin við tí navninum. Dawe spurdi nú, hvaðani hon kom frá, og hon svaraði, at hon kom úr Madrid. Dawe var nú heilt í villareiði og skilti ikki, hvar gentan kom frá.

Linda fór at gráta " Er hetta ikki Andrea Doria", spurdi hon. Dawe bliknaði og segði, at hetta er ikki Andrea Doria, hetta er Stockholm. Læknar tóku sær nú av tí brotna arminum og tað vísti seg, at tað var einasti skaði, hon hevði fingið. Garcia sat alla tíðina hjá Lindu, tí hetta var jú eitt undur. Hon hevði ligið í sínari koyggju og sovið, tá gronin á Stockholm skar seg inn í kamarið og knústi alt, ið fyri var. Hálvsystir hennara Joan varð slongd í havið og druknað, og fosturpápin Camille Cianfarra var deyður av samanstoytinum. Seinni vísti tað seg, at mamman Jane Cianfarra, sum eisini var í kamarinum, var komin frá vanlukkuni við lívinum.

Tá Stockholm bakkaði frá aftur Andrea Doria, var madrassan við Lindu á varliga komin at liggja á gronini á Stockholm. Uttan at fata, at tað var hendur ein samanstoytur, og hennara kamar var fullkomuliga knúst og hennara familja týnd, lá Linda á dekkinum á Stockholm, inntil Carcia kom fram á hana.

Dagin eftir, tann 26. juli klokkan 10.09, 11 tímar eftir samanstoytin, sakk Andrea Doria á 70 metrar dýpi, 40 sjómíl suður úr Nantucket Island. 51 av ferðafólkunum umkomust.

Stockholm fekk umsíður akkerini inn og kom við egnari hjálp aftur til New York, har hon var umvæld og sett aftur í sigling. 5 av manningini á Stockholm doyðu av samanstoytinum.

Heimildir
WilliamHofner
Andrea Dorias
Forlis