Anita á Fríðriksmørk og Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

- Tá er líka frætt at tað verður nýval

Sverri Egholm

20.03.2018 - 18:44

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Helst er stórur møguleiki fyri nývali. Tað tosa tingfólk úr bæði andstøðu og samgongu um.

- Markið er, tá vit í løgtinginum síggja, at mál sum samgongan hevur sett sær fyri fella. Ella tá mál sum andstøðan hevur sett sær fyri - fyri at spæla okkum eitt puss - verða samtykt.

- Tá hava vit ikki eitt samgongu sum er sína uppgávu vaksin, og tá er líka frætt at tað verður nýval, sigur Anita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, við útvarpið.

Ein rúgva av málum liggja í nevndunum og koma ikki til aðru viðgerð fyrr enn eftir páskir. Tá eru bara fáar vikur til tingsetan endar flaggdagin 25. apríl tá øll málini detta burtur.

Eisini Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, leggur upp til val.

- Hetta atgerðarloysi sum hevur verið teir síðstu vikurnar og mánaðirnar má halda uppat. Um man ikki finnur fótafestið rættiliga skjótt haldi eg at rætta løtan er komin at reinsa luftina og fáa eitt nýval, sigur Bárður á Steig Nielsen við Kringvarpið.

Løgtingsval skal seinasta lagi vera í september í 2019.

Les eisini: Kristin var ikki við á samgongufundi