Tá ljóðið sigur søgur á filmi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

27.12.2017 - 08:31

Mentan > List > Filmslist

Fríggjadagin á middegi fara Filmsfelagi og Havnar Bio at sýna filmin ”Polar”, sum er verkætlan frá filmsskúlanum Super16. Hetta er samstundis ein pilotur, nú fyrsta grønlendska netrøðin verður gjørd.

Baksýnið og orsøkin til sýningina í Filmsfelagnum er, at varpa ljós á ljóð í filmi og filmsgerð. Skal ljóðið gera mun og hava størst møguliga virkna í filmaðu søguni, so skal ljóðfólkið, ljóðdesignarin, vera við í kreativu prosessini longu tá hugskotið verður til og handritið skrivað. »Polar« er eitt dømi, har ljóðsniðgevin medvirkar frá byrjan, og elvir til, at ljóðmyndin og alt ljóðumhvørvið verður ein sjálvsagdur medspælari í filmaðu søguni.

Peter Storm Wich, sum lesur til tónameistara á Danska Filmskúlanum, og hevur ábyrgdina av ljóðinum í »Polar«, fer eftir sýningina at siga frá um, hvussu ljóðið er blivið til og at svara spurningum frá áskoðarum.

Opna filmsýningin, sum er ókeypis, er ætlað føroyskum filmsfólkum og øllum, ið á ymsan hátt fáast við og hava áhuga í filmi, og vilja síggja film í biografumhvørvi við røttum ljóði.