Atlantic Airways og LÍV byggja hotell í havn fyri 120 milliónir krónur

- Tað almenna eigur ikki at kappast við privat um hotellvirksemi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

25.02.2018 - 12:01

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Fríggjadagin boðaðu Atlantsflog og eftirlønarfelagið Lív at tey saman fóru undir at byggja eitt hotell í Havn við 130 kømurum. Men tað verður ikki væl móttikið av privatum hotelleigara.

- Eg havi altíð verið av tí meining at tað almenna ikki skal kappast við tað privata. Og í hesum førum haldi eg, at Atlantic Airways hevur aðrar uppgávur at loysa enn at byggja gistingarhús, sigur Svend Aage Ellefsen, eigari av Hotel Streym í Havn, við Kringvarpið.

Svend Aage Ellefsen sigur, at hotellini í Havn eru farin at byggja út, og 300-400 fleiri kømur verða tøk í umleið 2020. Hotel Tórshavn, Hotel Føroyar og Hotel Streym byggja út.

- So leingi vit bara hava tvey flogfeløg sum flúgva upp á Føroyar, og rutunetið ikki verður økt munandi, dugi eg ikki at síggja tørvin á fleiri kømurum, sigur Svend Aage Ellefsen, sum eigur Hotel Streym.

Hotell Atlantic skal standa liðugt í 2020.

Les eisini: Atlantic Airways og LÍV byggja nýtt hotell í Havn